- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eysturkommuna ger barna- og ungdómspolitikk
18-10-2017
Eysturkommuna er farin undir at orða ein barna- og ungdómspolitikk, og í tí sambandi verður skipað fyri verkstovum fyri øllum viðkomandi áhugabólkum
Ove Heinesen, umsitingarleiðari í Eysturkommunu, varðar av økinum børn og ung, og hann sigur, at tørvur er á at endurskoða nøkur øki og orða ein samlaðan politikk fyri børn og ung.
Ymiskir áhugabólkar skulu koma við sínum ískoyti til nýggja politikkin, t.d. lærarar, heilsustarvsfólk, SSP, barnavernd, frítíðarfeløg, starvsfólk á dagstovnum og frítíðarheimum o.s.fr. Eisini sleppa børn millum 10 og 18 ár at siga sína hugsan um, hvat er gott og minni gott í kommununi.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024