Góðan morgun Føroyar

Ver væl fyri á skíðum
23-10-2017
Skalt tú á skíðferð, er tað nú, tú skalt byrja at styrkja tær kroppin

Ert tú ein av teimum mongu, sum ætla sær skíðferð í januar ella februar, so er tað nú, tú av álvara skalt byrja at styrkja tær kroppin.


Byrjar tú at venja nú, sleppur tú undan alt ov nógvum ansperri og kanst fyribyrgja onkrar typiskar skaðar, sum fólk fáa í sambandi við at standa á skíð.


- Tað týdningarmiklasta er at venja beinini og lendarnar, tí hesir partarnir av kroppinum eru undir størstum trýsti, tá tú stendur á skíð, sigur Jákup Jacobsen, sum er persónligur venjari og hevur í fleiri ár undirvíst fólki, sum skulu venja áðrenn skíðferðina.


Í morgunsendingini kom hann við góðum ráðum, um hvussu slepst undan skaðum og ansperri í sambandi við at standa á skíð.


Á Facebooksíðuni hjá Góðan Morgun Føroyum ber til at síggja upptøku við rørslum, sum eru góðar at gera áðrenn skíðferðina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024