- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Peningagávan brúkt til taekwondoútgerð
23-10-2017
Høgni Kunoy Dávason hevði als ikki roknað við, at hann fór at fáa heiðurin Gerandishetjan 2017
Taekwondofelagið, sum Høgni Kunoy Dávason setti á stovn saman við foreldrum sínum, hevur júst verið í Danmark og tikið lut í kappingini Rødovre Cup.
Tá tey komu niður, gjørdist tað greitt, at teimum manglaði serstakar talgildar hosur, sum allir íðkarar skuldu brúka.
Høgni Kunoy Dávason hugsaði tá um tær 5000 krónurnar, ið hann fekk frá Fólkaheilsuráðnum.
Tær blivu brúktar til neyðugu útgerðina.
Hwarang Føroyar stóð seg ógvuliga væl í kappingini.
Úrtøkan var eitt gull, sjey silvur og trý bronsuheiðursmerki.
Felagið fekk samanlagt eitt fjórða pláss av teimum seytjan luttakandi feløgunum
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024