Góðan morgun Føroyar

Millum heimsins dýrastu málningar
24-10-2017
Salvator Mundi, sum hann eitur, er ein av færri enn 20 málningum eftir Leonardo da Vinci, sum eru til.

Tað hevur vakt stóran ans í listaheiminum, at málningur hjá Leonardo da Vinci er komin undan kavi.

15. november verður verkið við á uppboðsølu hjá Chritie's í New York.

Køn vænta, at prísurin verður 100 milliónir dollarar. Um tað er rætt mett, er talan um ein hin dýrasta málningin nakrantíð.

Málningurin var gjørdur um somu tíð sum eitt annað verk hjá da Vinci, nevnliga Mona Lisa.

Og tað er ikki sørt, at málningarnir minna um hvønn annan.

Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, væntar, at tað helst verður privatur keypari, sum fer at rinda stóru upphæddina fyri málningin.

Tað er stór prestiga í málninginum, og tað hevði verið stuttligt, um eitt savn fekk hann, men helst ger prísurin, at tað ikki er gjørligt.

Hesin málningurin, Salvator Mundi, ella Heimsins frelsari, var seldur á uppboðssølu í 1958 fyri 60 dollarar.

Leingi hildu fólk, at talan var um eina eftirgerð, men í 2011 var tað endaliga staðfest, at hetta er sjálvur originalurin.

Italiumaðurin, Leonardo da Vinci, sum livdi frá 1452 til 1519 var fjølfrøðingur.

Hann var kønur á nógvum økjum. Eitt nú í málningalistini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024