Góðan morgun Føroyar

Ger sín heilt serliga bindiklubb
13-11-2017
- Tá tað er trupult at koma í ein bindiklubb, har kvinnurnar kennast frammanundan, royni eg hetta, sigur Charlotta, sum ger bindiklubb á Facebook

Hvat ger mann, tá mann flytur til Føroya eftir at hava búð uttanlands í 24 ár, og mann fegin vil vera við í einum bindiklubbi?


Tað er ikki heilt lætt, og tí ger Charlotta Rein Hentze nú sín heilt egna bindiklubba upp á ein heldur ótradtionellan máta.


Í 2008 flutti hon úr Danmark til Føroya at búgva, og vildi fegin gerast partur av einum bindiklubbi. Men tað var ikki heilt einfalt.


- Í flestu bindiklubbum hava kvinnurnar kenst í nógv ár og hava nógv í felag. Tí er torført at koma nýggj í ein bindiklubb, sigur Charlotta Rein Hentze.


Tí ger hon nú eina roynd við at gera sín heilt egna, nýggja bindiklubb.


- Eg havi skrivað á Facebook, at kvinnur eru vælkomnar í hendan bindiklubbin, har allar eru nýggjar í bólkinum, sigur Charlotta Rein Hentze.


Longu nú hava oman fyri 40 kvinnur meldað seg til.


- Eg verði noydd til at gera fleiri bindiklubbar, tí her er so stórur áhugi, sigur Charlotta Rein Hentze.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024