Góðan morgun Føroyar

Wisdom from the roots
13-11-2017
Hetta er norðurlendsk samstarv við norðurlendskum listarfólkum. Samstarvið er millum Føroyar, Grønland og Danmark, sigur Vivian Sjóklett, samskipari

Vit í Norðurlondum hava á mangan hátt ein felags samleika. Okkara mentan, politikkur, søga og hugalag líkjast á nógvum hættum.
Somuleiðis liggur norðurlendska mytologiin til grundar fyri einum felags samleika landanna millum. Hon er sjónlig í øllum teimum norðurlensku londunum. Íbúgvar og tónleikabólkar bera mytologisk nøvn, og fyritøkur hava mytologiskar ímyndir á teirra búmerkjum. Alt hetta boðar frá einum felags samleika. Eini kenslu at hoyra til.

Vit skilja hvørt annað og deila ein skjótt 2000 ára gamlan mentanararv, sum er sjónligur enntá tann dag í dag. Við at presentera hendan mentanarv til ung í Føroyum og Norðurlondum, kunnu vit vera við til, at geva teimum eina størri fatan av teirra uppruna, og soleiðis styrkja um teirra samleikakenslu. Eisini kann tað vera við til at knýta bond millum londini.

Tríggjar skúlasýningar hava verið. Í Løkshøll hava tvær sýningar verið og ein í SALT á Tvøroyri. Skúlasýningar verða í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin, týsdagin. Í annaðkvøld verður so eisin ein almenn sýning.

Les meira á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024