Góðan morgun Føroyar

Leggið góðar kostvanar í smábørnini
14-11-2017
- Skeivir kostvanar og yvirvekt fylgja børnunum í nógv ár. Tí skulu tey longu, tá tey eru smábørn, læra um mat og matvanar, sigur Kala Rajani Hansen

- Tað er av stórum týdningi, at børn fáa góðar kostvanar og læra at njóta eina máltíð, longu tá tey eru heilt smá.


Tað sigur Kala Rajani Hansen, sum er heilsufrøðingur.


Ein kanning, sum Gigni og Granskingardepilin fyri samfelagsmenning gjørdu í 2011-2012, vísti eina støðumeting av børnum, sum ganga í 1. flokki. Úrslitini vóru greið.


- Kanningin vísti, at fjórða til fimta hvørt barn í fyrsta flokki vigar ov nógv. Og vigar eitt barn ov nógv tá, sær tað út til, at yvirvektin er trupul at sleppa av við, sigur Kala Rajani Hansen.


- Og tí er umráðandi, at børnini - longu tá tey eru smá - fáa góðar kostvanar, sigur Kala Rajani Hansen.


Í morgunsendingini greiddi hon frá trupulleikanum við børnum og ovurfiti, og harafturat svaraði hon eisini spurningum frá lurtarunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024