Góðan morgun Føroyar

Veitrar Kvinnu farvæl
16-11-2017
- Eg vildi vísa, at føroysku kvinnurnar eru ymiskar í allar mátar, og tað haldi eg, at blaðið hevur endurspeglað, sigur Siri Sørensen

Í gjár fór seinasta blaðið av Kvinnu í ár til prentingar. Umframt at vera ársins seinasta útgáva er hetta eisini seinasta blaðið, har Siri Sørensen situr sum stjóri.


- Tað er ein løgin kensla, tí Kvinna er mítt barn, og nú skal eg slepa tí, sigur Siri Sørensen.


Seinastu næstan fimm árini hevur Siri Sørensen sitið í stjórasessinum á Føroya størsta kvinnublaðið.


- Tá eg byrjaði setti eg mær fyri, at kvinnur skulu tora at traðka fram og hava sínar egnu meiningar. Eisini vildi eg vísa, at føroysku kvinnurnar eru ymiskar. Summar eru høgar, onkrar eru lágar, summar klænar og onkrar stórar. Eg haldi, at blaðið hevur endurspeglað hetta, sigur Siri Sørensen.


- Tað hevur verið ein fantastisk tíð, men tað hevur eisini verið øgiliga strævið. Sum stjóri á Kvinnu tekur tú tær av ógvuliga nógum og ymiskum uppgávum, og eingin dagur hevur verið eins. Arbeiðsvikan hevur verið millum 50 og 60 tímar, sigur Siri Sørensen.


Í morgunsendingini hugleiddu hon millum annað um ymiskar stuttligar løtur, hon hevur upplivað hesi árini, hon hevur verið stjóri á Kvinnu.


Enn er ógreitt, hvat hon fer at gera næstu tíðina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024