Góðan morgun Føroyar

Ljósmøðurhúsið letur upp
20-11-2017
- Her hava vit tíð og umstøður at hjálpa barnakonum, siga ljósmøðurnar handan íverksetarafelagið

- Sparingar í heilsuverkinum gera, at ljósmøður jú ikki hava óavmarkaða tíð til barnakonur. Og tíð er júst tað, sum vit hava í Ljósmøðrahúsinum.


Soleiðis sigur Bjørt Joensen Dahl, sum saman við Rannvá Simonsen og Anniku Hoydal hevur stovnað Ljósmøðrahúsið.


Tær eru ljósmøður og hava tilsamans fleiri ára royndir sum ljósmøður.


- Hetta skal vera eitt stað, har barnakonur kunnu koma í viðgongutíðini til tær vanligu kanningarnar og eisini aftan á føðing, tá tær hava tørv á hjálp við eitt nú bróstageving og so framvegis, sigur Rannvá Simonsen.


Enn ber ikki til at gera skanningar ella at kvinnur eiga í Ljósmøðurhúsinum, tí fyrst og fremst snýr hetta seg um at veita stuðul og geva ráð. Serliga til tær kvinnurnar, ið onkursvegna kenna seg einsamallar.


- Tað eru nógvar kvinnur í føroyum, sum eru rættiliga einsamallar og hava einki sosialt netverk, og hesar kvinnurnar hava veruliga tørv á at blíva loftaðar og hjálptar, sigur Rannvá Simonsen.


Í morgunsendingini greiddu Rannvá Simonsen og Bjørt Joensen Dahl frá Ljósmøðrahúsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024