- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Máltátturin: Vit goyma matin í køliskápinum
21-11-2017
Munur er á sagnorðunum at fjala og goyma. Vit fjala ikki matin í køliskápinum, men goyma hann har hann eigur at vera, sigur Elin Henriksen, málkøn
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá um sagnorð, sum ikki verða brúkt sum tey skulu. Eitt nú at goyma og fjala, at ynskja og ætla og at vilja og verða.
Eisini verður komið inn á jólini, sum er fleirtatalsorð og at komið verður í jólahýr.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024