Góðan morgun Føroyar

Tí gerst desember ein dýrur mánaður
21-11-2017
- Impulskeypini hava stóra ávirkan á fíggarætlanina í desember, sigur kundaráðgevi

Desember nærkast, jólagávur skulu keypast, og tað eru nógv tiltøk at fara til.


Fyri nógvar familjur merkir tað, at fíggjarætlanin lættliga kann fara av kós í jólamánaðinum.


- Vit vita ikki, júst hvussu nógvar pengar føroyingar brúka í desember, men vit síggja heilt klárt, at fólk brúka sjálvandi pengar upp á jólagávur, men ein stórur partur av pengunum fer eisini til mat, tí vit gera meira burtur úr matinum heima við hús í jólamánaðinum, og fara vit út til okkurt tiltak, verður onkur matur eisini keyptur.


Tað sigur Alice Frederiksberg, sum er kundaráðgevi í Betri Banka.


Sambært henni er tað eitt gott hugskot, at leggja eina fíggjarætlan fyri desember.


- Eisini er tað fyri summi eitt gott hugskot at taka reiðan pening út heldur enn at brúka gjaldskort, tí tá kann tað vera lættari at fylgja við í, hvussu nógvur peningur verður brúktur, tí tú sært heilt ítøkiliga, at peningur verður brúktur, sigur Alice Frederiksberg.


Í morgunsendingini gav hon góð ráð í sambandi við fýggjarviðurskifti og desember.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024