- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ronnie vil aftur til Suðuroyar
22-11-2017
Tað eru 45 ár síðan eg byrjaði á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tað er har eg vil arbeiða, sigur Ronnie Midjord, fyribilssettur stjóri á Landssjúkrahúsinum
Ronnie Midjord er uppvaksin á Válinum á Tvøroyri og túni í Suðuroyar Sjúkrahúsi var hansara spællipláss.
Sum 16 ára gamal fór hann í læru á sjúkrahúsinum og hevur seinastu 45 árini starvast innan sjúkrahúsverkið.
Síðan 1. september í ár hevur Ronnie Midjord verið settur stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Í dag er hann gestur í morgunsendingini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024