- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í kvøld er greitt, hvussu ársins vakrasti brundseyður sær út, tí á Búnaðarstovuni í Kollafirði fara tey at hava seinasta umfarið av landsseyðasýningini í kvøld.
Seinastu vikurnar hava fólk frá Búnaðarstovuni verið runt kring landið og sýna seyð, ið er tilmeldaður landsseyðasýningina.
Búnaðarstovan hevur verið í í Suðuroy, Sandoy, Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum.
- Áhugin hevur verið stórur. Í ár vóru 51 seyðir meldaðir til, og tað er tað mesta nakrantíð, sigur Hans Martin Andreassen, sum er samskipari.
Kappingin er skipað soleiðis, at ymsa staðni í landinum eru lokalar sýningar, og síðani kunnu teir bestu seyðirnir meldast til landsseyðasýningina.
Men hvat eyðkennir so ein góðan brundseyð?
- Hann skal ikki hava feilir, og tað er tað týdnignarmiklasta. Beinini, høvdið, ullin og eistini skulu vera í ordan, sigur Hans Martin Andreassen.