Góðan morgun Føroyar

Beinta bjóðar jóladøgurða
28-11-2017
- Tað eru fólk, sum sita einsamøll á jólum, og tí vilja eg og synirnir fegin bjóða teimum heim til okkara jólaaftan, sigur Beinta Henriksen

"Er tað nakar sum saknar onkran, at halda jól saman við - onkur støk kvinna ella stakur maður ella ein mamma ella pápi við børnum?


Vinaliga skriva til mín, um tit hava hug at eta ein jóladøgurða saman við okkum trimum - mær og synum mínum sum eru 10 og 11"


Soleiðis skrivaði Beinta Henriksen úr Sørvági á Facebook fyri fáum døgum síðani.


Hon vil fegin hava gestir jólaaftan. Gestir, sum annars høvdu siti einsamallir tann 24. desember.


- Eg fekk hetta hugskotið, tí nú verða vit ikki so nógv á jólum, og eg hugsi, at tað kanska eru onnur sum vit, ið kundu hugsað sær at verið fleiri jólaaftan. Tað er eisini stuttligt hjá børnum at vera fleiri jólaaftan, sigur Beinta Henriksen.


Synum hennara, sum eru 10 og 11 ára gamlir, dámar væl hugskotið:


- Eg spurdi teir, áðrenn eg skrivaði hetta á Facebook, og teir eru við upp á tað. Teir halda at tað er stuttligt og spennandi, fortelur Beinta Henriksen.


Enn hevur eingin vent sær til hennara fyri at halda jól saman við henni og dreingjunum. Men tað er kanska ikki so løgið, heldur Beinta Henriksen:


- Mann hoyrir um so nógv, ið sita einsamøll á jólum, men eg trúgvi at tað er tabu at tosa um. Tí hopi eg at onkur setur seg í samband við okkum, sigur Beinta Henriksen.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024