Góðan morgun Føroyar

- Eg eri meir enn bara tvørkynd
01-12-2017
Tann 23 ára gamla Annika Samuelsen er fødd sum drongurin Rói, men ynskir at liva sum konufólk

Trívist tú ikki við at vera tað kynið, tú ert fødd ella føddur sum, so er í lagi, at tú gert eitt kynsskifti.


Tað halda 76 prosent av teimum 525 miðnámsskúlanæmingunum, sum ungdómsblaðið Ó hevur spurt.


Í Ó-blaðnum hesaferð er eitt av evnunum júst kynsskifti.


Tann 23 ára gamla Annika Samuelsen er á forsíðuni á Ó-blaðnum, tí hon ert fødd drongur, men følir seg sum konufólk og sær eisini í dag út sum konufólk.


- Fyri tveimum árum síðani tók eg endaliga støðu. Tá hevði eg í nógv nógv ár vitað, at eg var ein genta, sjálvt um eg sá út sum ein drongur, fortelur Annika Samuelsen.


Hon dylir ikki fyri, at tað hevur stundum verið trupult at fara frá Róa til Anniku:


- Tað hevur havt sínar avbjóðingar, og tað hava verið nógvir upp- og niðurtúrar, men tá samanumkemur, hevur familjan verið ógvuliga stuðlandi, siugr Annika Samuelsen.


Hóast hon sum heild ikki upplivir at fáa negativar viðmerkingar, veit hon, at fólk hugsa sítt:


- Eg síggi ofta, at fólk hyggja eitt sindur øðrvísi eftir mær í dag, men tað skilji eg væl, tí nú líkist eg ikki Róa meir, men síggja út sum eitt konufólk, sigur Annika Samuelsen.


- Fólk skulu vita, at eg eri so nógv meir enn bara tvørkynd. Eg eri í ferð við at útbúgva meg í marknaðarførslu, og havi áhugamá sum flest onnur, heldur Annika Samuelsen fyri.


Í morgunsendingini greiddi hon frá um tilgongdina at fara undir eitt kynsskifti.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024