- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
100 ár síðani ódnardagin 1. december 1917
01-12-2017
Toftamenn vóru á útróðri, tá ódnarveðrið brast á. Sørin Heinesen skrivaði frásøgn um henda dagin hjá toftamonnum
Hesin dagur man vera ein tann ringasti dagur til storm og kavarok, sum fólk vita um í Føroyum. Tað siga tær ólukkur, sum hendu bæði á sjógvi og landi, alt um.
Toftamenn vóru á útróðri, tá ódnarveðrið brast á seinnapartin. Pápi Sørin Heinesen var ein av monnunum, og Sørin skrivaði eina frásøgn um dagin hjá hesum toftamonnum.
Frásøgnin varð gjørd til ljóðmynd í útvarpinum fyri 30 árum síðani. Jógvan Arge lesur frásøgnina.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024