Góðan morgun Føroyar

Í Íslandi gera jólamennn fortreð
08-12-2017
Kúllasligir jólamenn og lusia í sjónvarpi eru millum jólasiðvenjurnar í Norðurlondum

Tað er ymiskt, hvussu desember mánaður og jólasiðvenjurnar eru í teimum ymisku Norðurlondunum.

Brynja Ósk Birgisdóttir og Katarina Petersen eru úr Íslandi og Svøríki, har tey hava øðrvísi siðvenjur enn tær, vit kenn.

Eitt nú hava íslendingar 13 jólamenn.

- Í Íslandi eru 13 jólamenn, sum allir hava hvør sítt navn og serliga persónligheit. Og teir jólamenninir eru rættiliga kúllasligir og gera fortreð upp á ymiskar mátar, fortelur Brynja Ósk Birgisdóttir, sum sjálv er úr Íslandi.

Eisini í Svøríki eru jólini eitt sindur øðrvísi, enn hvat vit í Føroyum kenna tey.

- Eitt, sum fyllir rættiliga nógv í Svøríki í desember, er lusiagonga. Tað er nakað, sum eisini verður sent í sjónvarpi, og tá savnast øll familjan fyri at síggja hetta í sjónvarpinum, sigur Katarina Petersen.

Í morgunsendingini fortaldu tær báðar um tær ymsu siðvenjurnar, sum eru, og hvussu tær uppliva føroysku jólamentanina.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024