Góðan morgun Føroyar

- Óhugnaligt at gera ein falskan Facebook vanga
11-12-2017
Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, fann í síðstu útav, at onkur hevur gjørt ein falskan Facebook vanga í hennara navni.

- Onkur hevur upprættað ein profil í mínum navni. Hetta er at fara út um øll mørk. Kann fráboða viðkomandi at farid verður víðari í hesum máli !


Soleiðis skrivaði borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, á facebookvanganum hjá sær hósdagin í síðstu viku. Fleiri fólk vendu sær til hennara og søgdu, at ein onnur Annika Olsen hevur sett seg í samband við tey, og skriva ymiskt keðiligt.


Annika Olsen heldur hetta vera ógvuliga ørkymlandi, tá hon er borgarstjóri, og tískil kann ein slíkur vangi leggja seg uppí hennara arbeiði. Tað skal takast í álvara og varpast ljós á tað, tá onkur stjelur samleikan hjá einum, sigur Annika Olsen.


Hon setti seg beinanvegin í samband við KT-deildina hjá Tórshavnar kommunu, men viðkomandi, sum gjørdi Facebook vangan, strikaði hann sjálvur, eftir at Annika Olsen skrivaði síni boð út á sín vanga. So viðkomandi hevur allarhelst sæð boðini og er ein av vinunum hjá borgarstjóranum á Facebook.


Annika Olsen hevur eisini verið í sambandi við løgregluna, sum sigur tað vera trupult at finna fram til viðkomandi, men Annika Olsen vónar, at viðkomandi verður funnin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024