Góðan morgun Føroyar

Fýra føroyskir svimjarar eru við til EM
13-12-2017
EM í svimjing á stuttgeil í Keypmannahavn byrjar í dag og heldur fram til 17. desember.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Signhild Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen umboða Føroyar. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, sigur, at ferðaliðið er væl fyri, og svimjararnir eru til reiðar til kappingina, hóast tey fyri stuttum vóru til Norðurlendsku Meistarastevnuna í Reykjavík.


Kappingin er hørð til EM, og Rókur í Jákupsstovu vónar, at føroysku svimjararnir svimja sína bestu tíð, men hann væntar ikki, at føroyingarnir koma í nakra finalu.


Vár Erlingsdóttir Eidesgaard skal svimja í 100m, 200m, 400m og 800m frísvimjing, og Signhild Joensen 50m, 100m og 200m rygg.


Alvi Hjelm skal svimja í 400m frí og 200m og 400m blandað, og Óli Mortensen 400m og 1400m frí.


Føroyska landsliðið luttekur eisini í 4x50m frí.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024