- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Helvtin av monnum yvir 50 hava potenstrupulleikar
13-12-2017
Potenstrupulleikar eru vanligari, enn vit geva okkum far um. Helvtin av monnum, sum eru eldri enn 50 ár hava viknaðan potens
Johan Poulsen, ábyrgdarhavandi urologur í Føroyum og yvirlækni í Aalborg sigur, at um ein maður hevur vanliga, góða heilsu, so byrjar potensurin at vikna við aldrinum.
Nógvir menn halda hetta vera eina avleiðing av aldrinum og gera tískil einki við tað, tí heldur Johan Poulsen at kommunulæknar skulu taka evnið upp, tá menn í vandabólkinum koma til heilsukanningar hjá kommunulækna.
Potenstrupulleikar kunnu batna ella hvørva, um ein fær hjálp. Kommunulæknin kann útskriva ymisk sløg av heilivági, t.d. viagra.
Annars eru sjúkur, ið serliga ávirka potensin. Diabetes sjúklingar og sjúklingar við ov høgum blóðtrýsti uppliva potenstrupulleikar í størri mun, men hesir kunnu eisini fáa heilivág fyri tað.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024