- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Jenis av Rana, løgtingsmaður og lækni, vil hava donsku royndarskipanina av medisinskum kannabisi at fevna um Føroyar eisini. Hann væntar, at Fólkatingið samtykkir lógina í dag, og eftir tað ætlar Jenis av Rana at leggja uppskot fram fyri Løgtingið um málið.
Jenis av Rana sigur, at hetta er eitt mál fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, men um hon einki uppskot leggur fyri Løgtingið, so ger Jenis av Rana tað í dag ella í vikuskiftinum. Hann væntar ikki, at Sirið Stenberg leggur uppskot fyri Løgtingið, tí landslæknin og landsapotekarin hava mælt frá at broyta verandi lóg á økinum.
Jenis av Rana er sannførdur um, at medisinskt kannabis kann hjálpa nógvum sjúklingum, og hann sigur, at fáa sjúklingar ikki heilivágin frá læknum, so fara teir á svarta marknaðin eftir honum. Jenis av Rana væntar, at málið fær undirtøku í Løgtinginum.