Góðan morgun Føroyar

Daisy Iversen bakar í Góðan morgun Føroyar
15-12-2017
Súreplagløgg og ein jólasúreplakøka vóru á skránni í Góðan morgun Føroyar í morgun

Í morgun gjørdu vit gløgg og bakaðu í Góðan morgun Føroyar. Vit fingu hjálp frá Daisy Iversen. Hoyr innslagið omanfyri.


Uppskriftirnar eru her:

Súreplagløgg uttan alkohol:


2 súrepli
2-3 spsk. súreplaedik
1. ltr. av "æblemost"
4. spsk. rørsukri (kann eisini brúka vanligt sukur)
1 stjørnuanis
3 heil piparkorn
2-3 kardamummufrø
1 flís ingifer (uml 0,5 cm)
2-4 nellikar
40 g. turkað traneber
Hakkaðar mandlir
Sker helvtina av súreplunum í grovar puntar, koyr síðani í eina grýtu saman við "æblamostinum", sukur og kryddaríum. Hetta skal koma uppá kók, og síðani trekkja í 30 min.. Hin helvtin av súreplunum verður hakkað saman við mandunum og verður goymt til fyllu. Síla gløggið og hita aftur áðrenn borðreitt verður. Koyr eitt sindur av hakkaðum súreplum, mandlum og traneber í hvørt glas. Ein kanelstong kann eisini koyrast í.

Jólakøka við pekannøtum og súreplum (6-8 fólk):

1 dl. matolja
0,75 dl. reint jogurt, hvíta ella blak
200 g. sukur
115 g. av farin
1. tsk. av vaniljusukur, ella korn frá hálvari vaniljustong
75 g. pekannøtir (valnøtir ella hasselnøtir kunnu eisini nýtast)
200 g. mjøl
1. tsk. bakipulvur
1. tsk. kanel
hálva tsk. kardamummu
hálva tsk. knústir nelikar
hálva tsk. turkað og malið ingifer
500 g. av súreplum í smáum puntum
Set ovnin á 175.
Rør olju, jogurt, sukur, farin og vanilju væl saman. Hakka nøtirnar fínt. Sýla mjøl, kryddaríðir og bakipulvur saman. Koyr bakipappír í ein form sum er 24 cm í tvørmáti. Stroy eitt sindur av nøtum í botnin. Píska eggini í sukurblandingina, eitt í senn, samstundis sum tú koyrir eitt sindur av mjølblandingini í eftir hvørt egg. Koyr restina av nøtunum í deiggið.
Koyr eitt sindur av deiggi í formin, síðani eitt lag av súreplum, og halt á fram til einki deiggj er eftir, og enda við einum lagi av súreplum.
Set køkuna í ovnin í uml. ein tíma.
Hóskar væl at borðreiða súrróma, róma ella ísi.
Vælgagnist.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024