Góðan morgun Føroyar

Hesar eru reglurnar viðvíkjandi umbýting
28-12-2017
Nú jólini eru av, eru allarhelst fleiri, ið ætla at býta jólagávur um. Tað er ymiskt, hvat fyri umbýtingarrætt handlar hava.

Eitt keyp av eini vøru er ein avtala. Og avtalur er bindandi, eisini tá talan er um brúkarakeyp. Hetta merkir, at tú hevur ikki rætt til at fáa avtaluna at ganga aftur, t.v.s. lata vøruna inn aftur. Soleiðis er lógin, um ikki annað er avtalað. Ein kann tó altíð avtala seg til øðrvísi keypstreytir. Keypilógin sigur, at tú sum brúkari ikki kann avtala teg til verri treytir enn tær, sum keypilógin ásetir, men tú kanst sjálvsagt avtala teg til betri treytir. Soleiðis er í øllum londum.

Ofta vilja handlar sjálvir bjóða tær betri treytir enn tær, sum keypilógin ásetir. Tá eru tað tær treytirnar, sum eru galdandi. Tað er ymiskt, hvørjar treytir handlar seta, men sum oftast lata handlar umbýtingarrætt í nakrar dagar við møguleika at fáa tilgóðarseðil, og summir handlar lata peningin aftur, um kvittanin er goymd.


Hevur vøran eitt brek, eru aðrar reglur galdandi. Jógvan Svabo Samuelsen starvast á løgmansskrivstovuni, har tey vara av keypilóg og forbrúkaraavtalulóg. Hann greiðir frá reglunum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024