Góðan morgun Føroyar

Skúlastjórar á skúlabonk
05-01-2018
- Eg vil gera arbeiðið, eg geri, enn betri, sigur Regin Marnersson, ið er farin á skúlabonk

Við skúlaársbyrjan í fjør fóru 42 lærarar á skúlabonk. Talan er um skúlastjórar, varaskúlastjórar og lærarar, ið hava ætlanir um at bjóða seg fram sum skúlastjórar.


Útbúgvingin er samskipað ískoytisútbúgving og diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.


Mentamálaráðið hevur sett Súsonnu Olsen, námslektara á Fróðskaparsetrinum, at samskipa útbúgvingina, sum er 2,5 ár til longdar.


- Nútímans skúlastjórar skulu fyrst og fremst vera professinonellir. Teir skulu vera vælútbúnir og ajourførdir við nýggjastu granskingina á økinum. Eisini skulu teir vera sosialt væl fyri, tíma at leiða og tora at taka avgerðir, sigur Súsanna Olsen.


Tað hevur verið eftirspurningur frá skúlastjórum og lærarum um eina slíka útbúgving, sum nú er byrjað.


Ein, sum er farin undir hesa útbúgvingina, er Regin Marnersson, ið er skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.


- Eg eri fyrst og fremst farin undir hesa útbúgvingina, tí eg haldi, at tá mann situr í einum leiðandi starvi, hevur mann brúk fyri at fáa innspark alla tíðina og íblástur. Og tað kann mann gera millum annað við at fáa sær eina slíka útbúgving, sigur Regin Marnersson og heldur fram:


- Fyrsta motivatiónin at fara undir hesa útbúgvingins er menningin við at kunna gera tað arbeiðið, eg geri, enn betri, sigur Regin Marnersson.


Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá útbúgvingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024