Góðan morgun Føroyar

Vilja hava anoreksia á tímatalvuna
09-01-2018
- Vit hoyra ofta um anoreksia, men vita ikki nóg nógv um tað. Tí skal tað á tímatalvuna, siga Kristina Nattestad og Nikolina Ravnsfjall.

Tann 29. januar skulu tvær gentur frá skúlanum á Giljanesi luttaka á árliga Ungdómstinginum, sum verður á Christiansborg 29. januar.


Tær báðar Kristina Nattestad og Nikolina Ravnsfjall hava saman við flokki sínum seinastu mánaðirnar arbeitt við einum uppskoti, sum tær skulu leggja fram á árliga Ungdómstinginum, sum verður í Keypmannahavn seinast í hesum mánaðinum.


Uppskotið, tær fara at leggja fram, snýr seg um at fáa sjúkuna anoreksia á tímatalvuna.


- Tað er nógv frammi í tíðini, og vit hoyra ofta um tað. Men vit vita bara alt ov lítið um hesa sjúkuna. Tí halda vit, at tað átti at verið ein fastur partur av undirvísingini í lívfrøði, siga tær báðar, Kristina og Nikolina.


Saman við lærara sínum, Inga Wiberg, vitjaðu tær í morgunsendingini og greiddu nærri frá uppskotinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024