Góðan morgun Føroyar

Fugloy er ein eksotisk oyggj
11-01-2018
- Tað er sum at koma í eina aðra verð, tá tú kemur til Fugloyar. Og tað hugtekur meg, sigur danski sjónvarpsverturin, Anders Lund Madsen

Seinastu vikurnar hava vit kunna fylgt við í lívinum úti í Fugloy.


Í kvøld verður triði og seinasti partur av sendingini um Fugloynna, sum Anders Lund Madsen hevur gjørt saman við Danmarks Radio.


- Eg valdi at gera sendingarnar um júst Fugloynna, tí eg hevði ongantíð verið har fyrr, og harafturat haldi eg, at tað er har, at Føroyar eru allarmest føroyskar, sigur Anders Lund Madsen, sum annars hevur verið í Føroyum í fleiri umførum seinastu 25 árini.


Upptøkurnar fóru fram seinasta summar, og við sær á ferðini hevði kendi sjónvarpsverturin eisini familju sína.


- Vit gjørdu ikki so øgiliga nógv, tá upptøkurnar vóru lidnar um dagarnar. Vit sótu og hugdu, gingu eitt sindur runt, og tað var tað, sigur Anders Lund Madsen, sum dámar væl hetta slagið av sjónvarpi:


- Mær dámar væl at loyva vanligum fólkum framat í sjónvarpi. Úrslitið blívur ofta gott, heldur Anders Lund Madsen fyri.


Skuldi hann gjørt enn eina sending um onkra oyggj ella bygd í Føroyum er hann skjótur at svara:


- Eg havi ongantíð verið í Suðuroy, og eg havi hoyrt, at fólkini har eru øðrvísi, so tað vil eg fegin kanna. Eisini kundi eg hugsað mær at farið í Kallsoynna og Mykines, sigur Anders Lund Madsen.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024