- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hamferð spælir konsertir í 10 evropeiskum londum
12-01-2018
Hetta er ein serstakur dagur fyri føroyska tungmálmspallin, tí í dag kemur nýggja útgávan hjá Hamferð á marknaðin.
Fyrsta konsertin verður í Reykjavík leygarkvøldið, 13. januar.
Síðani er steðgur eina tíð, áðrenn lagt verður til brots aftur.
2. februar verður farið á pall í Týsklandi, og so er ein rúgva av konsertum á skránni.
Fleiri verða í Týsklandi, síðani Pólandi, Eysturríki, Ungarn, Slovenia, Italia, Hollandi, Fraklandi, Norra og Danmark.
Hetta er síðsti partur av triologiini, sum byrjaði við EPini Vilst er síðsta fet í 2010, helt fram við Evst í 2013 og nú endar við Támsins likam.
Morgunsendingin skiftir orð við Jón Aldará, sangará, og Theodor Kapnas, gittarist.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024