Góðan morgun Føroyar

Útilív festivalur verður í Føroyum í september
17-01-2018
Festivalurin fevnir um renning í føroysku fjøllunum, men eisini verða fleiri onnur uttandura tiltøk

Frá 7. til 9. september verður Útilív Adventure Festivalur í Føroyum.

Theo Larn Jones, sum er úr London, greiðir frá, at hann vitjaði í Føroyum og var bergtikin av landi og fólki.

Hann hevur áður skipað fyri fleiri rennitiltøkum, og fekk alt fyri eitt hug at stíla fyri einum tiltaki í Føroyum.

Festivalurin hevur fingið heitið Útilív, og fer at fevna um fýra ymiskar fjallarenningar. Stytsta er 13 kilometrar og longsta er eitt ultramarathon, ið er 65 kilometrar til longdar. Á øllum teinum verður fólk at taka sær av rennarunum, um brúk skuldi verið fyri tí.

Sarah Pritchard vísir á, at tað er hart og rættiliga nógv øðrvísi at renna í fjøllunum enn á sløttum, og tí vendir hetta tiltakið sær til fólk, ið hava runnið í fjøllunum áður.

Tey vóna at eini 240 rennarar vera við - bæði føroyingar og útlendingar.

Umframt rennng verður eisini ymiskt annað, sum fólk kunnu royna. Eitt nú at sigla í kajak, síða, surfa og ganga í fjøllunum.

Tey leggja dent á, at umhvørvisspurningurin hevur stóran týdning í tí tey gera, og tí er samstarv fingið í lag við felagsskapin Ringrás.

Tað er Theo Larn Jones úr Onglandi, sum hevur tikið stig til festivalin, sum verður gjørdur í samstarvi við Visit Faroe Islands, Mikkeler, Føroyskir fjallabjargarar og Hans Mikkelsen.

Unnusta Theo, Sarah Pritchard, leggur renningina til rættis.

Mera kann lesast um Útilív Adventure Festival á facebooksíðuni og á heimasíðuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024