Góðan morgun Føroyar

Gunnar vil blíva Danmarksmeistari
19-01-2018
- Eg føli meg als ikki gamlan, men vónandi heldur kroppurin til hetta, sigur Gunnar Hjelm, sum ger enn eina roynd at blíva meistari í bodybuilding

Næstu mánaðirnar verður 53 ára gamli Gunnar Hjelm nógv at sígja í einum av venjingarmiðstøðunum í Tórshavn.


Hann hevur nevniliga sett sær fyri at gerast Danmarksmeistari í bodybuilding seinni í ár.


- Eg klári ikki at lata vera og vil so fegin gera enn eina roynd, sigur Gunnar Hjelm, sum eisini luttók í kappingini í Danmark í 2011. Tá gjørdist hann nummar tvey.


- Hesin ítrótturin gevur mær so nógv og hjálpir mær ígjøgnum teir tungu dagarnir, sum nú einaferð kunnu vera, sigur Gunnar Hjelm og heldur fram:


- Eg havi gjørt eina avtalu við son mín, Teit, at hetta er nakað, sum vit báðir skulu klára saman. Eg vil so so fegin, at hann skal fáa tað uplivingina saman við mær, sigur Gunnar Hjelm.


Longu nú er hann byrjaður at venja miðvíst og eta eftir eini kostætlan.


- Eg ætli mær at lætna millum 25 og 30 kilo, so tí eti eg eftir eini kostætlan og venji seks dagar um vikuna, sigur Gunnar Hjelm.


Hann dylur tó ikki fyri, at hann ikki er heilt ungur meir, og at júst aldruin kann blíva ein avbjóðing.


- Eg føli meg als ikki gamlan, so nú hopi eg bara, at kroppurin fer at halda til hetta, sigur Gunnar Hjelm.


Kappingin, sum gunnar Hjelm skal luttaka í, verður í fyrru helvt av oktober.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024