- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fólk úr 10 ymsum londum hittust
23-01-2018
Eini 20 fólk úr 10 ymsum londum hittust til integratiónstiltak í Posthúskjallaranum í Havn, har endamálið var at koma hvørjum øðrum við
Fólk úr londum sum USA, Kekkia, Turklandi, Hollandi, Japan og Onglandi hittust til integratiónstiltak í Posthúskjallaranum í Havn, har tey fingu høvi at læra onnur at kenna.
Hóast undirtøkan ikki var hin størsta, vóru nógvar áhugaverdar søgur at hoyra frá útlendingum, sum av ymsum orsøkum hava valt at búseta seg ella at vitja Føroyar.
Eitt nú Maiike úr Hollandi, sum er og ferðast í Føroyum í tveir mánaðir, Hiromasa, sum er fluttur higar fyri hálvum ári síðani og Frank úr Kekkia, sum hevur keypt sær hús Sørvági.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024