Góðan morgun Føroyar

Hetta er surrealistiskt
23-01-2018
- At vit skulu standa á grand prix pallinum er heilt óveruligt, siga tær tríggjar Carlsen-systrarnar, ið skulu luttaka í Melodi Grand Prix í februar

Tá danska Melodi Grand Prix kappingin verður tann 10. februar, fara tríggjar føroyskar kvinnur á pallin.


Tað eru Carlsen-systrarnar Vanja, Laila og Barbara, sum skulu luttaka í stóru donsku sangkappingini við sanginum "Standing up for love".


- Vit eru uppvaksnar við Melodi Grand Prix, og minnast serliga væl teir ymsu luttakararnar frá tí vit vóru yngri, og vit sótu heima í stovuni øll familjan og hugdu, sigur Laila Carlsen.


Enn er ikki greitt, júst hvussu framførslan fer at vera tann 10. februar, tá kappingin er.


- Næstu tíðina skulu vit sjálvandi venja sangin og eisini tosa við fólkini handan grand prixið um eitt nú hár, klæðir og sminku, siga systrarnar.


Sambært umboðsmanni teirra, Henrik Sørensen, sum hevur arbeitt við danska grand prixnum í meir enn 30 ár, hava Laila, Vanja og Barbara góðar møguleikar at kunna umboða Danmark í altjóða sangkappingini, sum verður í mai.


- Fyrst og fremst syngja tær ein sang, sum veruliga fangar og svingar væl. Harafturat syngja tær fantastiska væl, síggja gott út og eru dámligar í allar mátar, sigur Henrik Sørensen.


Melodi Grand Prix verður tann 10. februar og kann síggjast beinleiðis í KVF.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024