Góðan morgun Føroyar

Skulu smábørn sita við telefon og teldli?
30-01-2018
- Børn undir trý ár eiga als ikki at brúka teldil ella telefon, tí slík tøkni stimbrar tey ikki, sigur Kala Rajani Hansen, heilsufrøðingur

- Støðan er tann, at tað er torført hjá nógvum foreldrum í dag, at seta seg inn í gerandisdagin hjá børnum, sum er so merktur av interneti og tøkni. Tí foreldrini kenna jú ikki til tað frá sínum egna barndómi.


Soleiðis sigur Kala Rajani Hansen, sum er heilsufrøðingur.


Sambært henni er foreldrauppgávan nógv broytt, síðani tøknin og ikki minst internetið veruliga komu inn í gerandisdagin hjá barnafamiljum.


- Longu tá tú gerst foreldur, mást tú gera tær nakrar tankar um, hvussu tit í familjuni skulu brúka tøkni. Hugsa um, hvussu tú brúkar eitt nú teldil ella telefon, tá tú ert saman við barninum, tí barnið lærir av tí, sum tey vaksnu gera, sigur Kala Rajani Hansen.


Hon heldur ikki, at børn undir trý ár eiga at sita við eitt nú teldli ella spæla við eina fartelefon.


- Í hasum aldrinum skulu tey kunnu føla, smakka og veruliga síggja og uppliva tingini. Og tað gera tey ikki, um tey uppliva alt á einum skíggja. Heldur ikki mennast tey kroppsliga, tá tey "spæla" á einum skermi, heldur heilsufrøðingurin fyri.


Í morgunsendingini fortaldi Kala Rajani Hansen um foreldur at børnum, sum liva í eini verð, har ymisk tøkni er so stórur partur av teirra gerandisdegi, og hvussu hetta ávirkar foreldrauppgávuna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024