Góðan morgun Føroyar

Frá ógvusligari øði til hugfjálgt sorgblídni
05-02-2018
Svartmálm hevur, síðan bólkurin varð settur á stovn í 2016, spakuliga fingið

Við at lata seg í Svartmálmsbúnar og taka sær dulnevnini kunnu teir úttrykkja seg á hættir, sum geva eina innaru javnvág.

Bólkurin, sum júst hevur latið sína fyrstu fløgu úr hondum, ger vanliga ikki samrøður við miðlar, men her er kortini eitt undantak.

Morgunsendingin skiftir orð við dulnevndan lim í Svartmálm.

Mitt í Norðuratlantshavinum liggur ein lítil oyggjabólkur.

Við útjaðaran av hesum oyggjunum eru høg berg við útsýni yvir stóra havið. Í hesum bergunum er ein duldur staður.

Her, sum onki ljós sleppur inn, umgyrt av myrkri er eitt
krystalklárt, myrkingarlitt evni, sum rísur upp úr svartastu kjarnu jarðanna.

Hetta evnið eitur Svartmálm.

Svartmálm hevur, síðan bólkurin varð settur á stovn í 2016, spakuliga fingið
røring í tónlistaheimin við sínum sermerktu framførslum.

Svartmálm skrivar hátíðarligan tónleik, sum spennir frá ógvusligari øði til hugfjálgt sorgblídni.

Har seigliga stórbærið úr dómadagsmálmi verður sameint við meldurhvirlandi kyrrstøðuni í svartmálmi, og felags stevið verður samantvinnað við ambient
ljóðlandsløg.

Bólkurin varð stovnaður til tess at veita tónleikarunum eitt útbragd fyri kenslur og tankar, sum ikki altíð var pláss fyri í øðrum verkætlanum.

Við at lata seg í Svartmálmsbúnar og taka sær dulnevnini Deyði (sang og gittar), Pest
(gittar og tangentar), Hungur (bass) og Kríggj (trummur) kunnu teir úttrykkja
seg á hættir, sum geva eina innaru javnvág.

Tættir úr svartmálmsmentan verða settir saman við føroyskari. Allir tekstirnir eru á føroyskum og snúgva seg um
gransking av myrkri - bæði søguliga og nútíðarinnar.

Fyrsta útgávan hjá bólkinum, sum eisini eitur Svartmálm, er júst komin á marknaðin.


Plátan er framleidd av Svartmálm og Theodor Kapnas, upptikin av Theodor Kapnas í Studio Bloch og mastrað av George Nerantzis.

Listin á plátuhúsanum er eftir Elinborg Lützen (1919-1995), og Uni Árting hevur sniðgivið
og sett upp.

Tá Svartmálm framførir live, eru teir ílatnir skikkjur, sum Barbara í Gongini hevur sniðgivið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024