Góðan morgun Føroyar

Beinleiðis stroyming letur upp fyri interaktión
07-02-2018
Beinleiðis stroyming á Facebook er vorðið alsamt meira vanligt. Nú stroyma politikkarar eisini og taka í móti spurningum.

Í gjár stroymdi Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, beinleiðis á Facebook. Fólk kundu seta spurningar, gera viðmerkingar o.a. ta løtuna, hon stroymdi. Evnið var pensjónir. Hetta er ógvuliga vanligt hjá kendum fólkum, politikkarum, aktivistum o.s.fr. at gera uttanlands, men vit hava ikki sæð nógv av hesum í Føroyum.

Niels Uni Dam, sum eigur Nudlavirkið og hevur fingist við samskifti í nógv ár, sigur, at hetta fer at merkja framtíðina. Hann ivast ikki í, at politikkarar og onnur fara at nýta henda møguleikan oftari og oftari, tí hetta letur upp fyri interaktión við veljarar og fólk á Facebook.

- Tá man samskiftir á henda hátt, so kunnu veljararnir vera um alt landið, og politikkarin fær feedback beinanvegin. Hetta krevur heldur ikki eins nógv og onnur forum, tí tað er góðtikið, at upptøkan er eitt sindur óprofessionell, sigur Niels Uni Dam. 

Niels Uni Dam vísir eisini á, at Facebook er broytt, soleiðis at síðir noyðast at framleiða meira engagerandi tilfar framyvir.

Interaktiónir á sosialum miðlum vísa seg at vera góðar fyri fólk, meðan passiv hyggjan at sjónbondum ella lestur av greinum, ikki hava somu jaligu ávirkan. Tí verður tilfarið, ið vit síggja í okkara floymi framyvir, tilfar, sum skapar interaktión, kjaks, gleði o.s.fr. At stroyma og aktivera fylgjarar er dømi um slíkt engagerandi tilfar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024