Góðan morgun Føroyar

- Eg visti ikki, at eg var so sjúkur
09-02-2018
- Tað var løgið at síggja meg sjálvan í sjónvarpinum, tí nú sá eg meg, soleiðis sum onnur hava sæð meg, sigur Eyðun Ásason

Seinastu tvey hóskvøldini hava vit fylgt við í lívinum hjá Eyðuni Ásason, sum hevur sjúkuna Parkinson.


Fyri trimum mánaðum síðani bleiv hann lagdur undir skurð, har fýra elektrodur blivu settar inn í heilan. Elektrodurnar gera, at Eyðun Ásason livir betur og ristist so at siga als ikki, soleiðis sum hann gjørdi áðrenn skurðviðgerðina.


Eyðun Ásason sigur, at tað var ein løgin kensla at síggja seg sjálvan á skíggjanum.


- Sjálvur visti eg ikki, at eg var so sjúkur í veruleikanum. Hetta er fyrstu ferð, at eg sá, hvussu onnur hava sæð meg, og tað var øgiliga løgið, sigur Eyðun Ásason.


Somuleiðis var tað heilt serligt fyri unnustuna at síggja Eyðun í teimum báðum sendingunum:


- Vit sóu hann ikki so sjúkan, sum vit sóu í sjónvarpinum. Tí hevur tað eisini verið løgið og kensluborið at síggja hesa sendingarnar, sigur Jeanette Joensen.


Síðani skurðviðgerðina er lívið bara blivið betri.


- Í dag havi eg tað sum eitt nýtt menniskja, staðfestir Eyðun Ásason, og hetta kann unnustan, Jeanette Joensen, eisini skriva undir uppá:


- Hann hevur fingið mót upp á lívið, sigur Jeanette Joensen.


Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá nýggju tilveruni, nú Eyðun er blivin skurðviðgjørdur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024