Góðan morgun Føroyar

Føroysk kelidjór eru ov feit
13-02-2018
- Nógvar kettur og hundar í Føroyum eta ov nógv og røra seg ov lítið, sigur djóralækni

Javnan hoyra vit, at vit eiga at eta minni og røra okkum meir.
Men tað eru ikki bara vit menniskju, ið skulu hugsa um mat og rørslu.
Sambært Anniku P. Nørspang, djóralækna, eru tað eisini nógv kelidjór í Føroyum, ið viga ov nógv.
- Djórini fáa ov nógvan og skeivan mat, og hartil fáa tey ikki nóg mikið av rørslu í gerandisdegnum, sigur Annika Nørspang.
Umráðandi er, at kelidjórini fáa tað rætta fóðuri.
- Ein hundur til dømis skal eta gott fóður, ið inniheldur kosttrevjur og nógv protein. Og so er ikki gott, um hundurin fær vanligan døgurðamat, sum eg og tú eta, tí tann maturin inniheldur ikki ta mongdina av proteini, sum hundar skulu hava, sigur Annika P. Nørspang.
Í morgunsendingini greiddi hon frá um kelidjór og ovurfiti, umframt at hon svaraði spurningum frá lurtarum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024