- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Kristindómurin hevur mong andlit og finst í nógvum útgávum. Endamálið við hesum sendingunum er at kanna tey ymisku andlitini, ella hvussu kristindómurin kemur til sjóndar í ymiskum rørslum.
Soleiðis sigur Heini í Skorini, sum hevur gjørt eina sending í seks pørtum, sum snýr seg um kristindóm í Føroyum.
Hann dylir ikki fyri, at talan er um eitt rættiliga eymt evni at viðgera.
- Hetta er eitt viðbrekið evni hjá mær og hjá øllum teimum, sum luttaka í sendingunum, tí átrúnaður og lívsáskoðan er nakað, sum nertir við persónligar kenslur. Og tað hevur eisini verið ein avbjóðing, sigur Heini í Skorini, sum tó heldur, at tað er neyðugt við eini slíkari sjónvarpssending:
- Eg havi upplivað, at vit eru von við at viðgera og kjakast um politikk, men vit eru ikki líka von at kjakast um átrúna, sigur Heini í Skorini.
Sendingin "Gud signi Føroyar" verður víst í Kringvarpinum eftir Dag og viku í kvøld klokkan 19.20. Somuleiðis ber til at síggja hana á kvf.fo
Her kanst tú síggja eitt brot úr fyrsta parti.