Góðan morgun Føroyar

ÍSF varpar ljós á ítrottarsálarfrøði
20-02-2018
Ítrottarsambandið fer nú at varpa ljós á sálarheilsuna hjá ítrottarfólki og fer at skipa fyri nøkrum evniskvøldum um ítrottarsálarfrøði.

Petur Mittún, aðalskrivari í ítrottarsambandinum sigur, at tørvur er á at varpa ljós á ítrottarsálarfrøði. ÍSF vónar, at sersambondini og feløgini fara at hava sálarfrøðina við í venjingum og kappingum o.s.fr. framyvir, og Petur Mittún sigur, at fyrilestrarnir kunnu geva teimum nøkur ráð at arbeiða víðari við.

Rigmor Napoleonsdóttir Arge, sálarfrøðingur og ítrottarlærari, hevur veitt viðgerð, vegleitt og ráðgivið einstaklingum, bólkum/liðum innan breiddar- og úrvalsítrótt. Hon heldur, at føroysk ítrott hevur tørv á at varpa ljós á sálarheilsuna, tí tað er ein partur av ítrottini. Hon greiðir frá, hvussu ein kann menna ítrottina við at varpa ljós á sinnið.

Eisini kunnu sálarligar avbjóðingar standast av at verða skadd/ur og ikki kunna íðka ítrott, tí tað vanliga fyllir so nógv í lívinum hjá einum ítrottarfólki.

Fyrsti fyrilesturin í røðini verður í ÍSF húsinum í kvøld kl. 17.00-18.30 og øll ítrottaráhuga eru vælkomin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024