- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hetta fara listafólkini at brúka starvslønina til
21-02-2018
Vit spurdu nøkur av ungu listafólkunum, sum hava fingið starvsløn í 2018, hvat tey fara at brúka lønina til.
Anna Sofía Jørgensen, rithøvundur, hevur fingið starvsløn fyri fyrstu ferð. Hon fær starvsløn í tríggjar mánaðir, og hon skrivar eina bók.
Jens Dam Ziska fær somuleiðis starvsløn í tríggjar mánaðir, og hann ætlar at gera tvær listaframsýningar. Eina í ár og eina næsta ár.
Maria Winther Olsen fer at brúka sína starvsløn til at skriva eitt nýtt spælifilmshandrit. Hon hevur fingið starvsløn fyrr, og skrivaði tá filmshandritið til filmin Nina.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024