Góðan morgun Føroyar

Ólóglig hýruvognskoyring vindur upp á seg
22-02-2018
Sambært local.fo veit føroyska løgreglan um ólógligu taxabilarnar, men metir ikki, at talan er um ein stóran trupulleiki.

Fyri at koyra taxakoyring í Føroyum krevst loyvi, men kortini eru fleri, sum koyra ólógliga taxakoyring.

Tað veit heimasíðan local.fo, sum skrivar tíðindi úr Føroyum á enskum, at siga.

Í greinini er viðtal við bilførara í 20unum, ið vil vera dulnevndur.

Viðkomandi hevur koyrt ólógliga hýruvognskoyring í eini tvey ár, og førarin veit um fleri onnur, sum gera tað sama.

- Tey flestu seta seg í samband við meg um facebook, men onnur ringja, tá tey skulu koyrast, sigur førarin.

Heðin Joensen, stjóri í Bil, váttar, at teirra førarar javnan síggja, at fólk, ið ikki hava loyvi til tess, koyra hýruvogn.

Trupulleikin tykist vinda upp á seg.

Eisini Petur Hentze, sum koyrir bil nummar eitt hjá Auto, hevur bitið merki í, at fleiri koyra ólógliga hýruvognskoyring.

Hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við tað hjá myndugleikunum, men enn er einki hent.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024