- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í sambandi við at Visit Faroe Islands miðvíst fór at arbeiða við vinnuferðavinnu fyri 4,5 árum síðani, so valdi Green Gate eisini at fokusera uppá hetta økið. Hetta er, tá fyritøkur og feløg velja at koma til Føroya at halda fundir, ráðstevnur ella geva t.d. sínum sølufólkum ella starvsfólkum eina serliga uppliving - kallað incentive.
Green Gate hevur økt øgiliga nógv um sítt virksemi, og í mai mánaða í ár vísa tølini hjá Green Gate ein fleirfaldaðan vøkstur.
Tórstein Christiansen og Rannvá Poulsen Rodriguez úr Green Gate greiða frá, hvussu virksemið er voksið. Ferðafólkini, sum venda sær til Green Gate eru øðrvísi ferðafólk. Tey leggja tríggjar ferðir so nógvan pening eftir seg, sum vanlig ferðafólk, og tey vitja Føroyar uttanfyri háárstíð.