Góðan morgun Føroyar

Miðlar í Føroyum fara øðrvísi leiðir
22-02-2018
Vágaportalurin spyr nú lesarar um at stuðla við peningi, heldur enn at krevja pening fyri tænasturnar.

Vágaportalurin skrivar á heimasíðu sínari, at teimum dámar ikki at seta upp múrar og krevja gjald fyri at sleppa inn. Vágaportalurin vil, at øll skulu sleppa framat tilfarinum, ikki bara tey sum gjalda. Tí biðja teir lesaran umhugsa at stuðla.

Hetta er nýtt at gera á netmiðlum í Føroyum, men uttanlands gera fleiri miðlar tað, m.a. enski miðilin the Guardian. Gunnar Skúvadal, journalistur, sum eigur Vágaportalin og Øssur Winthereig, journalistur og næstformaður í Føroyskum Miðlafólkum, skiftu orð um evnið í morgunsendingini.

Gunnar Skúvadal sigur, at teir vilja geva hesum eina roynd, tí tað er trupult at klára seg fíggjarliga hjá netmiðlum. Vágaportalurin byrjaði uppá hetta 21.02.18, so enn er ov tíðliga at siga, um hetta hóskar seg í Føroyum, og um føroyingar tíma at stuðla á henda hátt.

Øssur Winthereig heldur, at miðlar sum heild hava tað trupult, sum eisini er tí, at almennur miðlastuðul varð latin fleiri miðlum fyri fyrstu ferð í fjør. Øssur heldur tó, at um tilfarið er gott, so vilja fólk gjarna tekna hald til miðlar, tí vit hava nógv hald av ymiskum slagi í dag. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024