Góðan morgun Føroyar

Roger Bannister givið føroyskum rennarum íblástur
06-03-2018
Tað var hildið, at tað var ógjørligt hjá einum menniskja at renna ensku mílina undir fýra minuttir.

Sir Roger Bannister, sum var fyrsti maður at renna ensku mílina undir 4 minuttir, doyði leygardagin, 88 ára gamal.

Enska mílin er 1609,3 metrar, og tað var mett at vera ógjørligt hjá einum menniskja at renna teinin skjótari enn fýra minuttir.

Men Roger Bannister hevði sett sær fyri at gera júst tað.

Á Olympisku leikunum í Helsinki í 1952 setti Bannister bretskt met á 1500 metrum og fekk eitt fjórða pláss.

Hetta styrkti hann í trúnni um, at fyrsta mílin undir fýra minuttir var ein møguleiki.

Royndin var gjørd 6. mai 1954 á Iffley Road breytini í Oxford. Chris Chataway og Chris Brasher skuldu renna part av av teininum saman við Bannister fyri at tryggja røttu ferðina.

Røddin á speakaranum, Norris McWirther, druknaði í fagnaðarrópunum, tá 25 ára gamli Bannister kom á mál og skrivaði søgu.

Tíðin henda dagin í 1954 var 3 minuttir og 59,4 sekund.

Metið hjá Bannister helt bara í 46 dagar, og síðani er tað tikið fleiri ferð.

Bestu tíðina í løtuni eigur Hicham El Guerrouj úr Marokko, sum brúkti 3 minuttir og 43,13 sekund at renna teinin.

Albert Marni Joensen, sum eigur eina rúgvu av føroyskum metum í renning, sigur, at føroyskir rennarar mangan hugsaðu um Roger Bannister, tá teir royndi at renna 1500 metrar undir fýra minuttir.

Eins og Bannister las Albert Marni Joensen medisin um tað mundið, hann rann á hægsta stigi.

Og eins og Bannister brúkti hann sína vitan frá lesnaðinum í renningini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024