Góðan morgun Føroyar

Føroyski dunnuhylurin skal provokerast
06-03-2018
Nýggi blaðstjórin á Kvinnu, Tóra E. Mortensen vil hava lesaran at spæla ein størri leiklut í blaðnum. Og so vil hon provokera.

Í gjár hevði nýggi blaðstjórin á Kvinnu sín fyrsta arbeiðsdag.

- Eg havi glett meg at byrja hetta arbeiðið og ivist ikki í, at eg kann brúka tær royndirnar, eg havi, frá teimum ymsu bløðunum, eg havi arbeitt á í Danmark.

Soleiðis sigur 36 ára gamla Tóra Effersøe Mortensen, sum skal stýra Kvinnu-skútuni næstu árini.

Og nýggi blaðstjórin hevur fleiri ætlanir við blaðnum.

- Eg ynski, at lesarin skal spæla ein nógv størri leiklut, og gerandislívið hjá føroyskum kvinnum skal fylla meir, sigur Tóra E. Mortensen.

Harafturat vil hon eisini provokera.

- Eg vil gjarna provokera dunnuhylin eitt sindur, og vónandi kann tað síggjast aftur í innihaldinum í blaðnum. Tað snýr seg um familjubondini og hetta her við at vera eitt sindur bangin fyri, hvør meinar hvat um hvat. Tó skal hetta gerast, uttan at tað verður keðiligt, men heldur spennandi og fjølbroytt, sigur Tóra E. Mortensen.

Fyrsta blaðið við ´Tóru E. Mortensen sum blaðstjóra kemur út um hálvan apríl.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024