Góðan morgun Føroyar

Føroya elstu brøv á uppboðsølu
13-03-2018
Postsøga er eitt frítíðarítriv, sum er væl betur umtókt enn flestu fólk geva sær far um.

Svanbjørg Manai, filatelistjóri á Posta, vónar, at serstaka savnið endar í Føroyum.

Geoffrey Noer úr Kalifornia, sum eitt skifti búði í Føroyum og gjørdist føroyavinur, hevur savnað tilfarið.

Savnið er mett til at hava eitt virði á 5 mió. kr. og verður selt á uppboðssølu í Wiesbaden í Týsklandi.

Teir ymisku lutirnir í savninum verða bjóðaðir út hvør sær.

Við í savninum hjá Noer er elsta bræv sent úr Føroyum, elsta bræv sent innanoyggja í Føroyum og elsta bræv sent til Føroya.

Savnið skjalprógvar eisini hvussu føroysk posthús fóru at prenta yvir frímerki, tá frímerkjatrot var og hvussu postsambandið var undir øðrum heimsbardaga.

Savnið hjá Geoffrey Noer hevur vunnið størstu atljóða virðislønir í framsýningum og kappingum.

Í savninum er ein hópur av lutum, sum hava uppiborið at staðið á einum fornminnissavni.

Uppboðssølan verður fyriskipað av fyritøkuni Heinrich Koehler í Wiesbaden, sum er elsta frímerkja- og postsøguliga uppboðssøla í Týsklandi.

Heinrich Koehler hevur eisini givið út bók um hetta serstaka savn.

Bókin ber heitið Faroe Islands - Postal History 1751-1948 - The Geoffrey Noer Collection.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024