- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Summir konfirmantar keypa kjóla í Danmark
19-03-2018
Tað er eitt stórt trýst á konfirmantunum, serliga gentunum, at gera nógv burtur úr útsjónd, sigur Maria Suma Poulsen, ið var fermd um vikuskiftið
Maria Suma Poulsen, ið varð fermd um vikuskiftið, sigur, at genturnar ganga rættiliga høgt upp í útsjóndina.
Summar fara til Danmarkar at leita eftir kjóla, tí har er úrvalið størri.
Nógv ganga ógvuliga høgt upp í pengar og gávur, sigur hon.
Ann Dahl Hansen, prestur, leggur dent á, at konfirmantarnir vita, hví fermingin er.
At fokusið er tað rætta.
Hon hevur ongantíð ivast í, at konfirmantarnar meina tað, tá teir taka við trúnni á degnum.
Ráðini til konfirmantarnar frá presti eru eitt nú at njóta dagin.
Tá tey koma aftur í skúla, og vinirnir spyrja, hvussu nógvar pengar tey fingu, er eitt gott svar - Eg fekk meira enn nokk.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024