Góðan morgun Føroyar

Kirkjurnar eru á tremur, tá Kingobólkurin vitjar
21-03-2018
Kingobólkurin úr Tjørnuvík fer nú á síni sættu danmarkarferð síðani 2003

Kendi Kingobólkurin úr Tjørnuvík, sum eigur sín stóra lut í, at sangarvurin eftir mæta sálmaskaldið Thomas Kingo verður varðveittur, fer á páskum at hava framførslur í fleiri býum í Danmark.

Jens Jensen sigur, at tiltøkini vanliga eru ógvuliga væl vitjað, og tað er rættiliga vanligt, at fleiri stólar mugu setast upp í kirkjunum.

Byrjað verður seinnapartin pálmasunnudag í Ørslevkloster kirkju. Tiltakið í Ørslevkloster kirkju verður nakað heilt serligt. Í kirkjuni liggur víðakendi føroyingurin, Magnus Heinason, grivin.

Hann varð hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589 fyri sjórán.

Árið eftir varð hann náðaður og síðani fluttu einkjan og ein vinur kistu hansara til Ørslevkloster Kirkju, har hann fekk eina heiðursjarðarferð.

Fýra av manningini í kingobólkinum eru í ætt við Magnus Heinason.

Mikudagin er framførsla kl.19.00 í Sct. Johannes Kirkju í Herning.

Skírishósdag syngur kórið kl.16.00 Hvidbjerg Kirkju á Thyholm og langafríggjadag verður sungið í Klitmøller kirkju kl. 10.30.

Fyrra páskadag syngur kórið í Ølsted kirkju klokkan 11.00, Ølsted liggur nær Århus.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024