Góðan morgun Føroyar

Undangongufólk í ferðvinnuni verður heiðrað
21-03-2018
Hon var ein av teimum, ið sá ferðavinnuna, tá ið hon næstan ikki var har, sigur dómsnevndin í síni grundgeving

Á Ferðavinnustevnuni á Hotel Føroyum síðsta vikuskifti vórðu handað heiðursbrøv í ferðavinnuni.

Dómsnevndin ynskti at handa eitt serligt heiðursbræv til Ingigerð á Trøðni:

- Hon var ein av teimum, ið sá ferðavinnuna, tá ið hon næstan ikki var har.

Hon sáddi, nørdi, fjálgaði og gjørdi sítt til, at ferðavinnan fór at spíra.

Sum undangongufólk var hon við til at stovna Kunningarstovuna í Havn, har hon var leiðari í 25 ár.

Í gongufelagnum gekk hon undan við at veita reglulig tilboð við gongutúrum kring allar oyggjarnar til føroyingar og ferðandi í Føroyum.

Nógv, ið starvast í vinnuni í dag, hava verið undir kønu hond Ingigerðar, og kunnu tey verða takksom fyri tað. Litríka og bergtakandi frásøgukvinnan er enn sum áður holl í ráðum og ein varði í føroyskari ferðavinnu.

- Hetta var sum at vinna eina Oscar-virðisløn, sigur Ingigerð á Trøðni, sum alsmikki hevði roknað við hesum heiðrinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024