Góðan morgun Føroyar

- Tað er einki sum eitur ein vinardystur
22-03-2018
Føroyska manslandsliðið er í Spania á venjingarlegu í hesum døgum, og í dag skulu teir spæla vinardyst í móti Lettlandi.

Lars Olsen, landsliðsvenjari sigur, at liðini eru jøvn á hesi venjingarleguni, so føroyska landsliðið kann fáa nógv burtur úr uppihaldinum í Spania. Hann væntar tveir tættar vinardystir. Í dag spælir landsliðið móti Lettlandi og sunnudagin móti Liktinstein.


Atli Gregersen, liðskipari, sigur hinvegin, at tað er einki sum eitur vinardystir í fótbólti. - Vit fara all in og vóna sjálvandi, at vit vinna, sigur Atli Gregersen.


Annars er hann fegin um, at landsliðshópurin er savnaður aftur fyri fyrstu ferð í nakrar mánaðir, og teir hava tað gott í Spania, og sum altíð verður borðreitt við pasta, rís og høsnarunga, men kaffið góðskan er ymisk frá uppihaldi til uppihald í Spania. Atli gevur kaffinum á hesum túrinum eitt seks tal á einum skala frá 1-10.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024