Góðan morgun Føroyar

Klaksvíkar kommunar sløkkir eisini ljósið
22-03-2018
Earth Hour er leygarkvøldið, og tá verður ljósið sløkt í ein tíma kring heimin. Fleiri kommunur í Føroyum sløkkja eisini.

Norðoya Kunningarstovu, sum skipar fyri Earth Hour fyri Klaksvíkar Kommunu, heitir á fólk um at sløkkja ljósið leygarkvøldið. Tey hava annars ikki luttikið í Earth Hour undanfarin ár. Olivia Døgg Fríðfinsdóttir er samskipari á Norðoya Kunningarstovu, og hon sigur, at tey vilja fegin varpa ljós á umhvørvið, og vóna, at fólk verða meira tilvitað aftaná hesa løtuna leygarkvøldið.


Norðoya Kunningarstova skipar ikki fyri nøkrum størri tiltaki í hesum sambandi, men tað er eisini eitt tilvitað val. Tey vóna, at fólk eru heima og hugna sær saman í myrkrinum og gera ymiskt, sum ikki brúkar orku. T.d. spæla ludo ella onnur borðspøl, og so kunnu fólk eisini royna at píska róma við hond og vita, hvør pískar skjótas, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024